Altíð framtóknir í Harrans verki
”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva;”
Ef.2,8
Av náði eru tit frelstir … tað er Guds gáva … tá verður tað Guds náði, at vit kunnu gera okkurt fyri Jesus. Víðari stendur: Tí vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skulu leggja okkum eina við teimum. Ef.2,8 og 2,10
Hann, sum gav seg sjálvan fyri okkum, fyri at hann kundi loysa okkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar.
Titus 2,14.
Og í 3.Kapitli hjá Titusi heldur Paulus fram: Hetta orðið er satt, og hetta vil eg, at tú skalt leggja teimum dýrt við, fyri at tey, sum hava tikið við trúgv á Gud, skulu leggja sær eina við at gera góðar gerningar … Men lat eisini okkara egnu læra at gera góðar gerningar, har sum tørvur er á teimum, fyri at teir ikki skulu vera uttan ávøkst.
(v.8 og 14).
Jesus hevur lovað at vælsigna okkum, tá ið vit geva til hansara arbeiði. ”Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott, stappað, stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang; tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált.« ” Luk.6,38. – ”Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum. ” Mál.3,10
Samanber eisini 5.Mós.28,1-13 og Matt.23,23
Í 1.Kor.12,28 sigur Paulus: ”Og Guð hevur sett nakrar í kirkjuliðinum í fyrsta lagi til ápostlar … lærarar … kraftargerðir … gávur til at grøða, til at hjálpa … ” at hjálpa er tikið við millum hesar náðigávur. At hjálpa til upp á allar mátar.
Tá ið tú gevur til Guds ríkis arbeiði, tá ert tú uppií at vinna sálir fyri Jesus Kristus. Gud skal ríkiliga vælsigna teg her í tíðini og í ævinleikanum.
”Eg ungur havi verið, eri gamal vorðin, men onga tíð eg sá ein rættvísan uppgivnan, ella børn hansara bidda breyð. Allan dagin hann miskunn sýnir og øðrum lænir, og til signing er ætt hansara. ” Sálmur 37,25-26
”Ofra tú Guði takklæti og lov, og tíni heitstreingi gjald hinum hægsta! Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær! ” Sálmur 50,14-15
”Sí, eg komi skjótt, og løn mína havi eg við mær til at gjalda einum og hvørjum, sum gerningur hansara er. ” Opb.22,12
”Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum! ” 1.Kor.15,58
Effie Campbell umsetti