Andin og orðið tey somu

 

”Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fell heilagur andi yvir øll tey, sum hoyrdu orðið. ”
Áps.10,44

Hesi orðini eru at skilja sum Guds amen til taluna, Pætur helt fyri Korneliusi og vinum hansara. Heidningurin Kornelius í Kesarea var farin at biðja til Guds. Honum longdist eftir inniligum livandi samfelagi við Gud. Við eini opinbering sigur Gud honum, at hann skal senda boð eftir Pæturi í Joppe, hann skuldi læra hann vegin til Guds. Pætur var ein av teimum, sum hevði fingið ta náðigávu at prædika og vitna fyri fólkinum, at Jesus var tann, sum Gud hevði sett sum dómara yvir livandi og deyðum – men at Jesus eisini var tann, sum kundi fyrigeva syndirnar hjá teimum, sum trúðu á hann. Maðurin í teimum skínandi klæðunum, sum opinberaði seg fyri Korneliusi, hevði einki annað í ørindum uttan at siga honum, at Pætur skuldi koma og vísa honum vegin til Guds.

Lýðin Guds fyriskipan fer Pætur – tó at tað var ímóti jødiskum siði – til heidningin Kornelius, og við einfaldum orðum sigur hann honum søguna um Jesus, Guds son, sum varð menniskja og grøddi sjúk og rak illar andar út. Pætur boðaði eisini gleðiboðskapin um frelsu við trúgv og um frið við Gud við trúnni á hin krossfesta og upprisna Jesus – Hann sum sendi Heilaga Andans kraft til vinir sínar. Og meðan Pætur talaði, fell Heilagur Andi yvir tey øll, sum hoyrdu Orðið.

Hin leitandi Kornelius hevði funnið vegin til Guds við trúnni á Jesus og mong við honum. Jesus er einasti vegur til Guds.

Vinur mín, ert tú ein slík leitandi sál, sum biður og eigur ikki frelsuvissu, bið Gud um á einhvønn hátt at gera søguna um frelsuverk Jesu Krists livandi fyri tær. Tú sært kanska ongan mann í skínandi klæðum, og eingin Pætur er at senda boð eftir, men Orðið er hitt sama, og Andans kraft er hin sama. Ver stillur fyri Gudi og trúgv Orðum hansara, so vil hann eisini senda tær Heilagan Anda, tí tann, sum leitar, hann skal finna, og tann, sum biður, hann fær.
n.