At banna
”Tá sigur Jesus við hann: »Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: »Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.«« ”
Matt.4,10
Tað at ákalla djevulin er ósømiligt og sjálvandi synd ímóti Gudi, móti einum sjálvum og móti teimum, sum hoyra.
Tað hendir, at vit hoyra slíkt í útvarpi og sjónvarpi. Har ljóðar tað ódámligari og skitnari enn nakra aðra staðni.
Og líka galið er tað, tá ið størri børn læra tey minnu at ákalla ”illamann”. Foreldur og skúlar hava í hesum sambandi eina ómetaliga ábyrgd: at síggja til, at eingin verður upplærdur í hesum. Vit mugu minnast til, at tað at ákalla hin ónda, er hitt sama sum at tæna honum. – Hann frøist um tað.
Nei, Jesus sigur skilliga, hvønn tað er, sum vit skulu ákalla, tæna og tilbiðja. ”…»Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.«« ” Matt.4,10