At fyrireika seg til vetur

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

"Tá ið tú kemur, tá tak við tær tann møttulin, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar!" (2 Tim 4,13)

Hetta er seinasta brævið hjá Paulusi. Valt er at kalla tað testamenti hansara. Við deyðanum fyri eygum, sendir hann snarboð eftir besta vini sínum á hesi jørð, Timotesi. “Royn alt tað, tú kanst, at koma fyri vetur!”, skrivar hann. Tá novembermánaður er komin, sigla eingi skip á Miðjarðarhavinum. Paulus er vorðin ein 65 ára gamal maður. Situr í fangahúsi, leinkjaður. Hann fyrireikar seg at doyggja. Gud hevur latið hann skilja, at hesu ferð sleppur hann ikki undan livandi.

Er hetta tó ikki eitt dýrabart menniskjaligt tak, nú hann ikki er førur fyri at meta um, nær dómur fellur í hansara sak, so fyrireikar hann seg til veturin í fangahúsinum. Helst er fangarúmið ein skýmligur, myrkur kjallari. Tað er longu byrjað at gerast kaldari um náttina. Hann kom at minnast tann fjálga møttulin, hann á summarferðini læt liggja eftir í einum av teimum kristnu heimunum, hann hevði vitjað.

Síðani kom hugsanin niður á einsemið í fangahúsinum – bøkurnar, Paulus hevði lisið í við lærda skúlan í Jerusalem. Hann hevði fingið stóran kunnleika úr øllum bókunum, hann hevði lisið. Bæði grikskar bókmentir, skrivað av lærdum fólkum við nógvum søguligum kunnleika, sum enn í dag er spennandi lesnaður hjá lesandi fólki.

Men í sínum ferðabókasavni hevur hann nakrar, hann saknar mest. Tað eru skinnbøkurnar. Tað er uttan iva tær heilagu bøkurnar. Av virðing fyri innihaldinum vóru hesar skrivaðar av serstøkum tilfari, enn tær vanligu papyrus-bøkurnar.

Á henda hátt fyrireikaður, fer Paulus nú undir seinasta veturin og deyðanum hangandi yvir sær.

Guds lyfti halda í trongum tíðum,
tá mansmót linkar, og vónin minkar
og eg má setast við tap í stríðnum,
tá stendur Gud við sítt orð.
(HMS 223,2)