At hoyra Guds rødd

Skrivað: Sara Eið

Ofta verður hoyrt, at fólk hava hoyrt Guds rødd tosa týðiligt við tey, og fyri summi er tað púra vanligt, at Gud ger tað. Onnur hava ongantíð upplivað hetta og koma kanska heldur ongantíð at hoyra Guds rødd týðiliga. Men hvat er at hoyra Guds rødd?

Hetta var eitt evni, ið upptók meg rættiliga nógv fyri eini tíð síðani. Men eg lærdi, at Gud er alt ov stórur til bert at samskifta á ein hátt. Gud kann eisini samskifta uttan orð. Fyri at svara okkum kann hann eisini geva okkum bønarsvar, brúka aðrar persónar og umstøður, tekin og so framvegis.

Vit mugu eisini gera ein innsats fyri at hoyra Guds rødd. Í dag kann tað vera sera torført, av tí at tað eru nógvar røddir, sum kappast um at fáa okkara uppmerksemi. Vit mugu læra okkum at leggja alt í Guds hendur og eisini duga at steðga á og lurta. Tað er sera torført, men kemur okkum stórliga til gagn.

Tað er fantastiskt at síggja og merkja, hvussu Gud verður størri og størri fyri einum, betur ein kemur at kenna hann og kemur nærri at honum.