At liva við Kristi

”Men eru vit deyð við Kristi, trúgva vit tí, at vit eisini skulu liva við honum, ”
Róm.6,8

 

 

At vera doyptur til Krists merkir at vera doyptur til deyða hansara. Vit eru doypt at vera luteigandi í øllum, sum Jesus hevur vunnið okkum við deyða sínum. Vit eru leyskeypt frá syndarinnar og deyðans valdi. Tað merki ikki, at vit liva eitt syndaleyst lív, men eitt lív, har Kristus, Harri okkara, hevur vunnið á syndarinnar og deyðans valdi og brotið tey.

 

Men vit eru ikki bert fríað frá onkrum, men eisini til okkurt. Vit hava fingið møguleika at liva lív okkara í samfelagi við Kristus.

 

Vit eru doypt at hava lut í uppreisn hansara. Ikki bert einaferð í framtíðini við Jesu afturkomu; men longu her og nú vil hann geva okkum lut í nýggja lívinum saman við sær.

 

Vit hoyra Kristi til og hava lut í lívi hansara. Og eins og Kristus livir fyri Gudi, soleiðis førir Hann eisini okkum syndarar inn í lívssamfelag við Gudi, tá ið Hann gerst Harri og Frelsari okkara.

 

Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi. Róm. 6,11.

 

Dópurin er sostatt nakað, ein livir í. Kristus leiðir okkum inn í eitt lív fyri Gudi. Soleiðis skulu eisini tey, sum hoyra honum til, liva fyri Gudi og í tænastu hansara.

 

Takk Jesus fyri dópin mín,
tá tókst tú meg í tín favn,
mær gavst til faðir faðir tín
mær gavst gudsbarna navn.

Mín frelsari, títt dýra navn
lat lýsa lívsleið mær!
Mín Jesus, halt meg við tín favn
og hav meg nær at tær!