At trúgva tí ótrúliga
”Síðan leiddi hann hann út á víðavang og mælti: »Lít upp móti himni og
vita, um tú fært talt stjørnurnar har!« Og hann segði: »So fjølmangt skal
avkom títt verða.« ”
1.Mós.15,5
Um tú hevur stríðst við at trúgva tí undursama, ert tú ikki einsamallur.
Sjálvt trúarkempurnar stríddist við vantrúgv. Ábraham var nóg skilagóður
at fata, at lívssøra kona hansara ikki fór at føða nakað avkom, og hann setti
spurnartekin við lyftið, sum Gud hevði givið honum.
Gud hevði sagt, at eitt stórt fólk skuldi koma frá honum, staðin fyri at hava
at honum segði Gud við hann: ”Síðan leiddi hann hann út á víðavang og
mælti: »Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!« Og
hann segði: »So fjølmangt skal avkom títt verða.« ” 1.Mós.15,5
Stjørnurnar eru alt ov nógvar í tali, at nakar kann telja tær, men tað var
meiningin við Guds venjing: Ábrahami tørvaði at verða mintur á Guds
óendaligu skapanarmegi.
Effie Campbell umsetti