Ber boðini víðari
“Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum” (Matt 5,14).
Í Føroyum eru vit so heppin, at flest okkara hava hoyrt gleðiboðskapin um Jesus. Vit minnast kanska aftur á sunnudagsskúlan og kirkjugongd, ella um frásøgur og bønarløtur saman við foreldrum, ommum og abbum.
Tey bóru boðini víðari. Tey vóru ljós okkara, og takk og lov havi Gud fyri tey!
Tíðir fara, og tíðir koma. Nú eru tað vit, ið eru uppi á døgum, sum eiga hesa uppgávu.
Jesus segði við sínar lærusveinar í Matteus 28: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað, at tit doypa tey til navn Faðirsins og Sonarins og hins Heilaga anda.”
Fyltir við Andans kraft vóru teir lýdnir, og í treysti bóru teir boðini út til ytstu landamørk jarðarinnar.
“Fylg mær” vóru Jesu boð til sínar fyrstu lærusveinar. Somu boð gevur hann tær og mær í dag.
Lærusveinar Jesusar í dag eru øll tey, ið hava tikið við trúgv á hann.
Reis teg tí upp og fylg honum, so vil hann teg leiða soleiðis, at tú kanst lýsa og vísa brøðrum og systrum inn á vegin, ið førir til lívs.
Gud gevi okkum kraft og styrki til at vera lærusveinar hansara.