Bíblian
”Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna, ”
Sl.37,5
Andakt varð hildin. Sonurin í húsinum, sum dámdi so væl at bera faðir sínum Bíbliuna, hevði tann fasta skikk at fara eftir Bíbliuni, og tað gjørdi hann hesa ferðina eisini. Meðan lisið varð, stóð hann millum knøini á faðir sínum.
Ein dagin, drongurin kemur við Bíbliuni, er ein trúgvandi maður inni; hann sigur við dreingin: ”Ja, lítli, í dag bert tú Bíbliuna. Tann tíð fer at koma, tá ið Bíblian má bera teg!”