Kelda Dánjals – hvør er okkara kelda?
”Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir,
sum ikki eru at síggja. ”
Hebr.11,1
Tá ið ungfólk koma út í harðskap, misbrúk og synd av ymsum slagi, verður
ofta skyldað upp á heimligu umstøðurnar, vinirnar og bólkatrýst.
Dánjal í Gamla Testamenti var um 20 ára gamal, tá ið hann varð herleiddur
til eitt fremmand land, har umstøðurnar vóru púra øðrvísi. Men hann læt
seg ikki ávirka av tí. Hann setti sær høg mál og livdi eftir teimum. Hann
læt ikki umhvørvið skaða seg. Hann var fyltur av Gudi. Tað var Frank
Mangs, sum segði: “Tað var ov nógvur andi og ov lítið kjøt í Dánjali, tí
kundi hann ikki gerast leyvumatur.”
Tá ið Dánjal var 90 ár, profeteraði hann um endan. Tú ert ikki nóg væl
kunnaður, um tú bara lesur bløðini og lurtar eftir útvarpi og sjónvarpi. Nei,
vit mugu lesa tað profetiska orðið. Lesið 12. og 13. kapittul hjá Zakarja.
Verðin noyðist at lesa bløðini og lurta eftir sjónvarpi at vita, hvat ið hendi í
gjár. Guds fólk lesur í Bíbliuni og fær at vita, hvat ið hendir í framtíðini.
Morgan Kornmo og Effie Campbell umsetti