Bíbliuvers nú á døgum?

”Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. ”
Jóh.6,37

 

Er tað ikki gamalsligt at læra minnisvers í dag? Mong foreldur og lærarar hava greitt frá, hvussu bíbliuvers hava verið til signingar fyri børnini.

 

Í Keypmannahavn undirvísti eg í einum barnaringi við 20 børnum. Ein dagin kom ein genta og segði mær, hvønn týdning eitt bíbliuorð hevði havt fyri hana. ”Yviri í skúlanum gangi eg og sigi vers Jóhs.6,37:

Hon hevði sæð virðið í tí, at hon altíð kundi koma til Jesus.

 

Vit hava upplivað, at børn eru komin í ringin eina ella tvær ferðir; men tá høvdu tey lært eitt bíbliuorð, sum seinni hevur borið frukt. Fólk, sum vit møttu seinni, mintust enn bíbliuversið, tey lærdu sum børn í ringinum.

 

Krestin greiðir soleiðis frá: ”Eg kundi nevnt mong dømi; men eg skal bara taka eitt. Ein dagin kom eg inn í ein bilhandil. Har sat ein ”rokkari” í leðurklæðum og við longum hestahala. Hann hugdi einar tvær ferðir upp á meg, og so segði hann: ”tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.« ” Luk.19,10. Eg smíltist til hansara; men hann sá óivað í andliti mínum, hvussu bilsin eg var.

 

”Jú,” segði hann, ”eg havi møtt tær eina einastu ferð. Tú talaði í eini familjugudstænastu, og tá lærdi tú alt kirkjufólkið hetta versið.” – Hetta gleddi meg at hoyra, og samstundis visti eg, at eg ikki bara hevði lært tey versið; men at eg hevði greitt gjølla frá tí, so tað kundi nýtast, tá ið áhoyrararnir fingu brúk fyri tí.”

Ein mamma greiðir frá: ”Síðsta summar vóru vit á familjulegi. Á barnamøtinum vóru børnini lærd eitt minnisvers úr Bíbliuni. Lea var 4 ár tá. Teir 4 dagarnar, vit vóru har, segði hon einki; men tá ið vit komu til hús, letur í henni: ”Gud hevur sjálvur sagt: ”… »Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær,« ” Tí kunnu ”… vit av fullum huga siga: »Harrin er hjálpari mín, eg vil ikki óttast ” Hebr.13,5.

 

Sum eg var glað, rørd og takksom, tí hon mintist Guds orð.

Eg vil eggja øllum barnaarbeiðarum til at læra børnini minnisvers, tí tey eru Guds sannleikar. Lær tey kanska bara nøkur fá um árið, so at tey festa seg í minni teirra.
”Fokus på barnet”. Effie Campbell umsetti