Boðskapurin frá upphavi
”Tí at hetta er tann boðskapurin, sum tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan; ”
1.Jóhs.3,11
Tann, sum fylgir Jesu orðum og vil liva fyri hann, fær nokk at liva fyri. Hann skal koma at sanna, at Jesus gevur tað, hann lovar.
Hoyr Jesus biðja: ”Faðir, Eg vil, at har sum Eg eri, skulu eisini tey, sum Tú hevur givið Mær, vera hjá Mær, fyri at tey skulu síggja dýrd Mína, sum Tú hevur givið Mær; tí Tú hevur elskað Meg, áðrenn heimurin varð grundaður.” Jóh.17,24
Jesu felagsskapur saman við sínum fyrstu vinum er ein so vøkur fyrimynd fyri allar seinni tíðir. Vit hava fullan rætt til at ogna okkum hesa bønina. Men tey, sum Faðirin hevur givið honum, eru tænarar hansara, sum vera settir til arbeiðis í tí heilaga samfelagnum. Hoyr hansara orð til Pæturs: ”»Røkta lomb míni!« … »Ver hirði hjá seyði mínum!« ” Jóh.21
Hesin gerningur, at liva fyri Jesus, eftir boðum hansara, er tann størsti og besti av øllum. Tú kanst ongan størri gerning fáa, tí hann røkkur út um hetta lívið og inn í ævinleikan.
Mong vilja siga tær, at tá ið vit røkja okkara dagliga verk til lítar og eru góð við tey har heima, so krevur Harrin ikki meir av okkum, – men les evangeliið, so fært tú at síggja, hvat Jesus sigur. Kanst tú ikki prædika, so kanst tú tæna á annan hátt – tæna teimum har heima, biðja fyri teimum og sýna teimum kærleika.
P.S