Bøn bilførarans
”Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara. ”
1.Tess.5,16-18
”GUD gev mær eina álítandi hond og eitt vakið eyga, so at eingin verður skaddur av mínum ávum!
Tú hevur givið okkum lívið! Hjálp mær, so at eg ikki taki hesa gávu frá nøkrum!
KÆRI GUD, varðveit øll tey, ið koyra við mær!
LÆR MEG at koyra soleiðis, at eg ikki geri næsta mínum nakað mein!
LAT MEG ei heldur gloyma vakurleikan í teirri natúr, tú hevur skapað!
GEV at eg glaður og takksamur komi vegin fram!”
”Sunnudagsblaðið” bar í juli 1957 hesa bønina fram til føroyskar bilførarar við teirri vón, at teir vilja hava Gud við sær á teim smølu og vandamiklu føroysku vegunum.
Vit hava eisini brúk fyri henni í dag.
Bilførari