Bøn fyri óføddum barni
”Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! ”
Sálm.139,13
Annette Vestergård
Fyri stuttum fingu vit eina yndisliga vælskapta gentu.
Sum tilstundandi foreldur er tað stór signing at leggja lívið hjá ófødda barninum upp í Guds hendur og vita, at har liggur tað væl. Tað hava vit sum hjún – og eg sum mamma – upplivað.
Longu áðrenn barn okkara kom í verðina, hava vit, familja okkara, vinir og bønarbólkurin, vit eru í, biðið fyri tí. Fyri okkum er hetta ein máti at leggja høvuðsábyrgdina yvir á hann, sum skapar alt lív. Hvønn dag, áðrenn barnið varð føtt, bóðu vit fyri tí. Vit hava biðið fyri føðingini, fyri at barnið mátti vera frískt og vælskapt, at tað mátti læra at kenna Gud, og at Gud mátti signa okkum í starvinum sum foreldur.
Ein dagin, stutt eftir at eg var blivin upp á vegin, fór eg til forbøn. Prestur, sum bað fyri mær, talaði beint inn í mína støðu, hóast hann einki kendi til mín ella visti, at eg var upp á vegin. Hann segði, at sjálvt um eg ikki hevði ynskt mær eitt barn beint nú, so skuldi eg vita, at tað var ein gáva frá Gudi.
Tað gekk óføra væl við føðingini. Eg kendi meg trygga og glaða alla tíðina. Lítla dóttir okkara er so glað og mild.
Hóast eg havi verið ógvuliga stressað og havi havt mítt at stríðst við, hevur tað verið undurfult at vitað, at barn okkara var ein gáva frá Gudi og ikki bara ein tilvild. Tað hevur verið ein eyka signing at kunnað biðið fyri barni sínum, áðrenn tað kom í verðina.
”Fokus på barnet”. E.Campbell umsetti