Eitt pláss í Himli?
”Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. ”
Orðt.3,5
Tá ið Voltaire varð teptur:
Tá ið Fríðrikur mikli helt veitslur sínar á tí vakra Sanssouci í Potsdam, gekk tað ógvuliga lívligt fyri seg. Matur og drekka varð ikki spart, og heldur ikki trutu stuttligar viðmerkingar.
Hin tiltikni Voltaire var ofta gestur hjá fólkunum, og ikki var lætt at teppa hann. Men einaferð eydnaðist tað.
Samrøðan snúði seg um ”æviga lívið”, og fransurin skuldi hava sagt: ”Mítt pláss í Himli er til sølu fyri ein proysiskan dála! Hvør vil hava tað?”
Tá var tað, at ein týskur embætismaður fór á føtur og segði: ”Harri mín! Tygum eru staddur í Proysen. Eftir okkara lógum mugu øll, sum selja okkurt, fyrst prógva ognarrætt sín. Gerið tí so væl at prógva, at tygum av sonnum eiga eitt pláss í Himli!”
Har gjørdist tøgn, og fólk vórðu illa við. Kanska var hetta eisini ein talandi tøgn. Hesin sami Voltaire helt, at hann skjótt skuldi bróta niður tað, sum tólv fátækir fiskimenn høvdu boðað. So dyggiliga vórðu orð hansara gjørd til skammar, at húsini hjá Voltaire seinni gjørdust goymsluhús, har hundraðtúsundtals Bíbliur lógu.
”Evangelisten”. Effie Campbell umsetti