Brævið

”Tínæst sigur hann við sveinar sínar: »Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd. Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.«”
Matt.22,8-9

 

Í einum býi í einum fjarskotnum landsluti í Amerika búði ein fátækur bóndi. Ein dagin fekk hann eitt frálíkt bræv frá bróður sínum í Honolulu. Beiggin bjóðaði tí fátæka bóndanum at koma og búgva hjá sær restina av lívinum.

Brævið segði frá tí frálíka veðurlagnum, teimum yndisligu blómunum og allari tí frálíku frukt, sum har vaks. Hesir báðir brøðurnir høvdu altíð verið góðir , og nú vildi hin ríki býta ríkidømi sítt við hin fátæka.

Beiggin í Honolulu hevði enntá bygt eini hús til bróður sín og gjørt ein urtagarð kring tað. Alt stóð til reiðar, til bróðurin skuldi koma. Hann skuldi ikki stúra fyri nøkrum, tí alt var lagt til rættis fyri hann.

Er nakað at undrast á, at bróðurin pakkaði kuffertið, fór yvir um hav til tað sólríka Honolulu, til tað nýggja heimið, sum stóð til reiðar at taka ímóti honum, til eina nýggja framtíð undir betri viðurskiftum, enn honum nakrantíð høvdu verið fyri.

Hann var eydnumaður, sigur tú kanska. Men tá ið tú hugsar teg um, hevur tú so ikki eisini ein bróður, sum gevur tær sama tilboð? Vit eru Guds synir og døtur. Tí er Jesus okkara bróður. Hann er farin burtur at gera ein bústað til reiðar til okkara, og skjótt kemur hann aftur fyri at taka okkum til sín. – Tað lyftið, hann hevur givið okkum, er enn betri enn tað, hesin maður fekk, tí tað er í gildi allar ævir.
Effie Campbell