Bygg upp til tey raku árini
“Hetta skal Fárao gera og skipa umsjónarmenn yvir landið til tess at taka fimtingin av úrtøku Egyptalands tey sjey ovurnøgdarárini. Teir skulu savna saman alla grøði frá teim góðu árunum, ið koma skulu, og fáa Fárao nøgdir av korni og føðslu til handar og goyma tað í bygdunum undir lási og loku, til tess at landið má hava grøðina til vistir tey sjey hallárini, sum koma skulu yvir Egyptaland, so at ikki hungur skal oyða landið.»” (1. Mós 41,34-36).
Undan skurðviðgerð hjá soninum gekk eg høgt uppí, at hann skuldi vera so væl fyri sum gjørligt fyri at koma so væl sum gjørligt ígjøgnum tað, ið var fyri framman. Eg tryggjaði honum nokk av vætu í kroppinum, so hann ikki skuldi gerast ov ússaligur. Eg tryggaði honum heilsugóðan kost og vitaminir, so hann skuldi koma fyri seg so skjótt sum tilbar. Eg tryggjaði mær sjálvum nokk av svøvni, so at eg kundi vera um hann so væl sum gjørligt, tí eg visti, at hetta kundi gerast ein stríggin tíð. Tá kom eg at hugsa um frásøgnina um Jósef í Egyptalandi. Farao droymdi dreym, ið Jósef tulkaði at vera tekin um, at tað í landinum skuldu koma 7 góð ár og síðan 7 ring ár. Ráð Jósefs til Farao vóru, at leggja til síðis tey góðu árini, so komast skuldi so væl sum gjørligt ígjøgnum tey ringu árini.
Hetta sama kann flytast á okkara andaliga lív. Nú skulu vit ikki ganga og rokna við, at okkurt fer at ganga illa, tí tað kann taka orku og gleði frá degnum í dag. Men sannroynt er, at umstøður kunnu broytast í lívi og gerandisdegi okkara. Hvussu eru vit tá gróðurfest? Hvussu eru vit gødd? Ein andaligur førningur kann verða okkum góður og føðsluríkur og geva okkum gott í beinið til avbjóðingar, ið kunnu koma á okkara veg. Trúgvin á Gud gevur okkum ein at leita til í øllum lívsumstøðum okkara – eisini teimum truplu. Har eiga vit ein, ið gevur styrki, vón og er við okkum ígjøgnum alt, ið koma kann á okkara veg.