Byrjanin er trupul
”Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, vitsku og aga vanvirða dárar. ”
Orðt. 1,7
Ein ferðamaður kom seint eitt kvøldið inn á eitt gistingarhús í einum lítlum enskum býi. Hann fekk eitt kamar og løtu seinni svav hann. Mitt um náttina vaknaði hann brádliga og helt seg hoyra sang. Men hetta ljóðaði so spakuliga, at hann helt seg ikki kunna vera vaknaðan av honum. Tá ið hann hevði lurtað eina løtu, sovnaði hann aftur. Morgunin eftir helt hann leiðina fram. Ikki fyrr enn nakað út á dagin kom hann at hugsa um sangin, sum hann hevði hoyrt um náttina. Men hetta var nú so fløkt fyri honum, at hann visti ikki rættiliga, um hetta var nakað, hann hevði hoyrt, ella um hann hevði droymt.
Hetta var meira enn ein dreymur. Ófriðartíðir vóru, og ikki var loyvt at skipa fyri kristiligum fundum, uttan í teim almennu kirkjunum, og ferðamaðurin hevði hoyrt sálmasang frá einum lítlum flokki, sum kom saman í loyndum. Men hann visti ikki rættiliga, hvat hetta var.
Stundum kunnu vit uppliva okkurt líknandi sum hesin ferðamaðurin. Vit vakna kanska eina náttina og hoyra eina klokku sláa onkustaðni í býnum; tíðin líkasum steðgar á og vit við henni. Eina løtu hildu vit, at onkur kallaði á okkum, men so sovnaðu vit aftur, og morgunin eftir vistu vit ikki, um hetta hevði verið ein dreymur ella veruleiki. So vit hildu, at best mundi vera at gloyma hetta. Men so kundu vit møta hesum aftur á annan hátt. Alt sinnið kundi fyllast við andakt, tá ið vit stóðu mitt í einum náttúruvøkrum umhvørvi ella sóu undrandi inn í eitt kensluborið barnaandlit. Ein annar veruleiki kom okkum nær. Gudsótti róptu tey gomlu hetta. Hávirðing fyri tí æviga, kundu vit kanska nevnt tað í nútíðarmáli. ”Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, vitsku og aga vanvirða dárar. ” Orðt. 1,7
Øll bera vit í okkum ein longsul eftir innari og ríkari virðum enn teimum, sum keypast kunnu fyri pening ella við strevnum arbeiði; men tá ið vit hoyra teir fjaru tónarnar úr ævinleikans landi, byrgja vit okkum inni, og skúgva hetta frá okkum, tí vit halda tað vera ov barnsligt; men vit gloyma, at tíðin hvørvur sum sandur millum fingrar okkara. Og tað er byrjanin, sum er so trupul hjá honum, sum ætlar sær inn á trúarinnar veg. Tað fyrsta stigið skapar trupulleikar. Avgerðin. Tað at broyta kós.
Tí spyrja so mong: ”Hvussu skal eg byrja? Hvar skal eg byrja – og við hvørjum? Byrja har, sum tú ert – og soleiðis, sum tú ert! Bíða ikki til tú kemur í eina aðra støðu ella verður øðrvísi. Kanska kemur tú aldri víðari. Summi halda seg vera ov lærd, onnur kenna seg ódugandi, tí tey vita ov lítið um kristna trúgv og læru sum heild.
Ger sum tann gløggi, ið fer upp til próvtøku. Uppgávan sær ser trupul út. Men hann skrivar niður alt, sum hann veit. So sær hann, sum frá liður, at svarið veksur fram, meðan hann arbeiðir. Hann veit meira, enn hann heldur.
Soleiðis kanst tú byrja. Skriva niður tað, sum tú veitst um Gud og byrja við tí. Hóast tú hevur trupulleikar av lærdómi tínum, nýtist honum ikki at skugga út yvir tann veruleika, at tú hevur varnast nóg mikið um Gud og lívið í honum. ”Hitt æviga lívið,” sigur Jesus, ”er at kenna teg, tann eina sanna Gud.” Tað er greitt, at hann leggur ikki tær treytir við, at hesin kunnleikin er fullkomin frá fyrstu løtu á trúarvegnum. Men yvir honum, sum hoyrir hetta kall úr ævinleikans heimi og spyr seg sjálvan, um hetta er dreymur ella veruleiki, hvílir tað lyftið, at tann, sum leitar, hann finnur.
Nú kann eg ei annað enn Harranum prísa,
tí hann vildi náði og miskunn mær vísa;
at Harrin er kærleiki syndarum bestur,
eg fegin vil vitna, til hjarta mítt brestur.