Deyðahjálp – Lívshjálp
”Síðsti fíggindin, sum týndur verður, er deyðin; ”
1.Kor.15,26
Í Hálandi bjóða tey aktiva deyðahjálp til fólk, sum stríðast við demens, umframt aðrar álvarsligar sjúkur. Hetta tilboð fáa eisini børn heilt niður í 12 ára aldur.
Hvat sigur Gud? Hann sigur í Prædikaranum 8,8: „Eingin maður hevur ræði á vindinum, so at hann kann byrgja fyri vindinum, og eingin maður ræður yvir deyðadegnum.“
Í aktivari deyðahjálp siga tey, at deyðin er ein VINUR. Men Gud sigur hitt øvugta í 1. Kor. 15,26: „Hin síðsti FÍGGINDIN, sum týndur verður, er DEYÐIN.“ Í 5. Mós. 30,19 sigur Gud: „Eg havi lagt fram fyri tykkum lívið og deyðan. Veljið nú lívið.“
Guds svar til henda spurning er aktiv lívshjálp! Tað merkir, at menniskju finna Jesus – at familjur finna Jesus – so at vit standa øksl móti øksl frá fostri til grøv, har vit tá kunnu siga: „Farvæl, vit síggjast hinumegin!“
Effie Campbell umsetti