Dust á brillunum
“Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?”
Matt 7,3
Frú Olsen hevði eina dugnaliga heimahjálp, sum æt Anna. Tað var sjáldan, at frú Olsen setti brillurnar á nøsina at vita, hvussu Anna hevði gjørt arbeiði sítt. Men ein dagin tók hon brillurnar, setti tær á nøsina og fór inn í stovuna.
“Tú manst hava gloymt at turka dustið burtur í dag,” segði frú Olsen, “hygg alt dustið yviri á klaverinum.”
“Orsakið,” segði Anna, “men hevur frúan ikki dust uppi á brillugløsunum?”
Frú Olsen tók brillurnar av. Jú, Anna hevði rætt. Eitt dustlag lá á brillugløsunum. Tá ið hon hevði pussað tey, var alt fínt og reint. “Hasa læruna ætli eg mær altíð at minnast,” hugsaði frú Olsen.
– – –
Vit halda ofta og mangan, at okkurt bagir øðrum, og so er tað í roynd og veru okkum sjálvum, sum okkurt bagir. Vit hava dust á brillunum.
“Kirkeklokken.” E. Campbell umsetti