Dýrgripurin og perlan

Skrivað: Tórleivur Atlason Rasmussen

”Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina. Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana” (Matt 13, 44-46)

Himmiríkið er meira vert enn alt annað, eitt menniskja kann eiga. Tí samanber Bíblian eisini himmiríkið við at finna eina perlu. At finna himmiríkið, er sum at finna ein stóran dýrgrip. Alt verður sett til síðis fyri at fáa fatur á hesum dýrgripi. Roynslur og sorgir eru so lítlar í mun til dýrgripin.

Tað er tað stórsta nakar kann ynskja sær. Tað er so gott, at vit ikki kunnu ímynda okkum, hvussu gott tað er. Og tí er tað eisini tað dýrasta at missa. Óansæð, hvussu menniskju verða leidd til Guðs ríki, so er gleðin um alt tað, vit hava fingið við trúgv á Jesus, størri enn alt annað, og tað er gleðin um tað eisini. Jesus sigur, at hann er vegurin, og sannleikin og lívið.