Dyrnar
”Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. ”
Jóh.10,9
Hvussu kemur ein inn í eini hús? Ja, men hatta er jú ein býttur spurningur. Vit vita jú øll, at skalt tú inn í eini hús, so mást tú sjálvandi gjøgnum dyrnar. Sjálvandi hendir tað, at tjóvar, ið onki hava at gera í húsunum, royna at koma inn gjøgnum eitt vindeyga. Men øll, sum eru vælkomin í húsunum, fara gjøgnum dyrnar.
Hvussu kemur ein inn í Guds ríki? Hvussu verður ein frelstur? Hetta er tann stóri spurningurin, sum Jesus svarar á, tá hann sigur um seg sjálvan: ”Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður” So hevur Guds ríki altso eisini einar dyr, sum farast má inn um, um ein vil verða frelstur. Dyrnar inn til Guds ríkis gleði og dýrd eita Jesus. Bert gjøgnum hann kann ein menniskja verða frelst og fáa sess í Guds ríki.
Mong halda, at aðrar dyr eru inn í Guds ríki. Dyrnar, sum flestu menniskju halda, føra inn í Guds ríki, eru gerningar. Summi halda, at tey kunnu fáa frið við Gud orsakað av gerningum, sum tey ikki gera. Tey halda, tá eg ikki havi gjørt nakra stóra synd, sum ger øðrum stóran skaða, so má eisini vera ein sessur til mín í Guds ríki.
Onnur halda, at hetta ber ikki til, tað er ov lítið bert at halda seg til okkurt, sum ein ikki hevur gjørt. Nei, halda tey, tað má vera tað góða, ið eg havi gjørt, sum eru dyr mínar inn í Guds ríki. Tí ein heldur, at Guds ríki er fyri góð menniskju, sum veruliga hava gjørt nakað gott her í heiminum.
Men hetta er ikki so, her mistekur ein seg. Tí Jesus segði ikki, at hann er ein av durunum inn í Guds ríki. Nei, hann segði: ”Eg eri dyrnar…” Tað merkir, at tað eru ikki aðrar dyr til. Ongin sleppur inn í Guds ríki, av tí at til eru syndir, sum ein ikki hevur gjørt ella góðar gerðir, ið ein hevur gjørt. Men at Jesus er dyrnar merkir eisini, at øll, sum koma til Jesus, so sum tey eru fyri at fáa alt frá hondum, blíva frelst. Tað er nevniliga bert gjøgnum alt tað, Jesus hevur gjørt fyri okkum, at vit kunnu blíva frelst til eitt lív í Guds ríki.
Tað er undurfult, hvat hendir við teimum, sum ganga inn um dyrnar í Guds ríki. Vit koma til Jesus sum glataðir syndarar, sum bert hava uppiborið dóm og revsing. Men gjøgnum Jesus og gerningar hansara fyri okkum kunnu vit ganga inn í Guds ríki og koma fram fyri Gud sum hansara kæru og elskaðu børn. Størri broyting kann ikki hugsast. Og hetta stóra hendir øllum teimum, ið við dópi og trúgv á Jesus ganga inn gjøgnum dyrnar.