Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan

”Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. ”
Fil.4,13

 

Sjálvt tann, sum hevur verið veikur og deyðsjúkur, kann aftur rætta seg og gerast so frískur og sterkur sum aldri áður, um tað er Harrans vilji. Eisini andaliga ber til at rætta seg eftir eina tíð við veikleikum.

Tey andligu stórmennini, sum verða umrødd í 11.kapitlinum í Hebrearabrævinum, teir sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, byrgdu munnin á leyvum, sløktu eldsmegi, komust undan svørðseggjum, sjálvt teir høvdu havt sínar veiku løtur.

Eftir sigurin uppi á Karmels fjalli finna vit profetin Elia veikan og mótfalnan undir einum einiberjarunni, har hann ynskti seg deyðan.

Soleiðis er kanska eisini gingist tær. Tú vart einaferð andaliga frískur og kraftafullur; men nú ert tú veikur og mótleysur. Men eisini tú kanst aftur gerast sterkur, tí um tey gomlu stórmennini stendur skrivað, at teir blivu sterkir aftan á veikleika, ja veldigir í stríði og fingu fíggindaherar at víkja.

Pætur ápostul hevði sínar veiku løtur, ja, so veikur var hann langafríggjanátt, at ein genta fekk hann at falla. Men aftan á játtan, angur og bót gjørdist hann so sterkur, at hann kundi styrkja brøður sínar, soleiðis sum Jesus hevði sagt.

Paulus takkaði Gudi, sum gjørdi hann so sterkan, at hann orkaði alt í Kristi Jesusi.

Eisini tú kanst gerast eitt andans stórmenni við at íklæðast kraft frá tí høga.

Undir krossins merki stóðu gamlir menn.
Undir krossins merki standa hetjur enn.
Skulu vit tá svíkja? Nei, vit standa stinn.