Eg síggi ikki teg, men Jesus
”Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. ”
Róm.14,8
Ein lítil genta, sum lá og stríddist við deyðan, hugdi upp á mammu sína og segði: – Mamma, eg síggi teg ikki meira, alt rundan um meg myrknar. Hon lá eina løtu við eygunum saman, púra still, men knappliga lat hon eyguni upp og teskaði, meðan eitt dýrdarsmíl lýsti á andliti hennara: – men eg síggi Jesus. Eina løtu seinni læt hon eyguni aftur fyri seinastu ferð.
Kanska tað gongst teimum fægstu soleiðis, sum tað gekst hesi lítlu gentu, nøkur uppliva myrkur kring seg, ja, kanska nívast av deyðaræðslu, men eitt stendur fast; hvussu so enn gongst, so er tað ikki tað mest avgerandi, um eg síggi Jesus seinastu løtu av lívi mínum, tí tað, sum ber av øllum, er, at Jesus sær meg. – ”Sæt mig, saa jeg ser dig Jesus,” syngja vit í einum donskum sangi, soleiðis at eg kann vera vissur í, um eg livi ella doyggi, ja, so eri eg hansara. Tað er tað, sum telur í lívsins síðstu løtu. Vit leggja ikki trúgv okkara á kenslur ella sjónir, men á tað, sum Jesus gjørdi fyri okkum.
Tí tað er vist, at um tað gongur uppeftir ella niðureftir, so hoyra vit Jesusi til. Hon sá Jesus. Gævi tað ongantíð verður so myrkt hjá tær ella mær, at vit missa Jesus úr eygsjón, men um so verður, at kropslig pína blindar sjón okkara, so minst til, at Himmalski Faðirin mátti fara frá soni sínum, so hann mátti rópa: – Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?
Vit kenna svarið. Fyri at eingin av okkum skal verða gloymdur av honum, ella sleptur upp á fjall.
A.J