Eg skal als ikki sleppa tær!

Skrivað: Annelisa Rasmussen

Tí at hann hevur sagt: «Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær»” (Hebr 13,5).
Tað eru ikki øll orð, sum eru líka álítandi. Tað kemur ann uppá, hvør sigur tey. Á summum hoyrir man, at tað, tey siga, passar ikki. Og so eru tað uppaftur onnur, har man hoyrir, at tað, tey siga, passar.

Tí at hann hevur sagt. Hesin hann er ikki nakar tilvildarligur hann, nei, tað er Gud sjálvur. Tað var við Josva, at Gud segði hesi orð. Josva leit á, at tá ið Gud segði hetta, so var tað at líta á. Hann visti eisini, at tað var ein trupul gerningur, hann skuldi gera, tað var eitt trupult og treikst fólk, hann hevði við at gera, men hann visti eisini, at Gud var við honum.

Í dag kunnu vit lurta eftir somu orðum, og tí er tað sama galdandi fyri okkum.

Tað er gott at kunna leggja øll okkara lívsins viðurskifti í Guds hond. Tað er trygt at vita, at tað er ein, sum altíð er um okkum og hjá okkum. Ein, sum fegin vil fylgjast við okkum á lívsleiðini.

Vit hava loyvi at trúgva, at Gud ongantíð vil sleppa og fara frá okkum. Hann er altíð hjá okkum, bæði tá ið stormurin ýlir um okkum í lívinum, og teir sólskinsdagar vit hava. Hann gevur okkum kraft, tá ið vit verða freistað og reisir okkum, tá ið vit falla.

“Eg vil als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær.”

Hetta eru orð, sum vit her í lívinum kunnu halda fast um, og sum hava veldi, tá ið deyðin kemur, tí hann, sum segði hesi orð er lívsins Gud.

Gud heldur tað, hann hevur lovað!

Tí kunnu vit við treysti stíga út á øll tey mongu lyfti, hann gevur okkum!