Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar
“Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara” (Jóh 16,7).
Í Ápostlasøguni lesa vit um, hvussu ápostlarnir stóðu á Oljufjallinum og stardu upp til himmals. Meðan teir stóðu har, komu tveir einglar til teirra og søgdu: “Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals” (Áps 1,11). Jesus var farin til Faðirin, og teir kundu ikki fáa hann aftur við at standa og stara. Harafturímóti løgdu einglarnir dent á, at Jesus skuldi koma aftur. Tað var als ikki talan um eitt síðsta farvæl, tí at tann sami Jesus skal koma aftur á sama hátt, sum teir sóu hann fara.
Jesu himmalsferð og lyftið um Heilaga Andans komu og Jesu afturkomu fylti ápostlarnar við gleði. Teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Gudi. Líkasum teir hava vit eisini alla orsøk til at savnast fyri at lova Gudi. Hví? Tí Jesus er risin upp frá deyðum og farin til himmals! Hvítusunnuundurið er longu hent. Jesus hevur longu sent okkum Heilagan Anda. Ella sum Jesus segði við ápostlarnar: “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara” (Jóh 14,18). Hann er við okkum hvønn dag við Heilaga Andans kraft.
Ápostlarnir vóru menniskju líka sum vit. Teir høvdu veikleikar, stúranir og sorgir. Men Jesu himmalsferð talar nevniliga inn í okkara lív. Vegna himmalsferðina og Heilaga Andans komu er Jesus nú hin nærverandi frelsarin fyri okkum øll. Vit kunnu líta á, at hann er við okkum allar okkara dagar.