Ein kongur verður borin í heim
”Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! ”
Luk.2,11
Tá ið vit bíða eftir og vænta, at ein prinsur verður borin í heim, vita vit ongantíð, hvussu hann fer at verða. Men tað gerst okkum sjálvandi greitt, at ein konglig føðing er í væntu, og hovið sendur boð út, at kongshúsið væntar ein arving.
Men sjálvt um hovið kann lýsa, at tey á kongsborgini vænta ein arving, so dugir eingin frammanundan at siga nakað um komandi kongsbarnið. Hann kann koma í verðina uttan at hava vit og skil, og hann kann gerast ein ónýtiligur kongur. Tað hevur borið á, at prinsar hava verið uppreistrarhugaðir og heilt ógudiligir.
Eingin veit frammanundan, hvussu hesin kongur fer at verða; men fólk mugu bíða og síggja. Men tað varð skrivað um henda kong, sum vit tala um nú, ikki bara eitt ár undan komu hansara, men fleiri hundrað ár frammanundan. Í fleiri ættarlið fyri føðing hansara varð talað um henda kong. Sagt varð frammanundan, hvussu hann skuldi verða, og hvat ið hann skuldi gera.
EITT KONGADØMI UTTAN MØRK
Beint fyri føðing hansara kom ein eingil til Nasaret til Mariu, sum skuldi føða hann. Og eingilin bar hesi boðini, sum vit finna í 1. kapitli hjá Lukasi: “Tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Gud Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.”
Hinir kongarnir doyggja, og prinsar og arvingar koma í teirra stað. Blair ræður ikki í Fraklandi, Chirac ræður ikki í Onglandi, Bush ræður ikki í Russlandi, Putin ræður ikki í Amerika. Tí teir hava síni mørk, síni øki. Men hesin kongur, sum vit tala um her í dag, hann hevur eingi mørk, sum hann heldur seg innanfyri við stjórnarvaldi sínum. “Men á kongadømi hansara skal eingin endi verða.”
Hann fer ongantíð at doyggja, fer ongantíð at missa kongstignina og verður ongantíð settur frá. Ongantíð noyðist hann at fara í útlegd, og ongantíð fer eitt stjórnarkvett at blaka hann av trónuni, tí “hann skal verða kongur allar ævir.”
PROFETARNIR BOÐAÐU FØÐING HANSARA
Talað var um hann frammanundan, mong hundrað ár frammanundan, hvussu virki hansara skuldi verða. Jesaja sigur uml. 800 ár fyri føðing hansara, at hann skuldi verða borin í heim av eini jomfrú. Ótrúligt! Hann er hin fyrsti og seinasti, sum er føddur av eini jomfrú.
Mika sigur okkum, at hann skuldi føðast í Betlehem. Tað segði hann mong hundrað ár, áðrenn hann kom. Dánjal segði okkum 480 ár fyri føðing kongs tíðina, nær hann fór at verða borin í heim, og hvussu hann fór at verða dripin.
Túsund ár fyri komu hansara segði Dávid okkum, at hesin kongur fór at verða hongdur upp á ein kross og fór at verða gjøgnumstungin í hendur og føtur. Zakarja segði mong hundrað ár undan komu Kongs, at hann fór at verða svikin fyri 30 silvurpengar. Jesaja segði, hvussu hann skuldi leggjast í grøvina hjá einum ríkum manni, men skuldi rísa uppaftur. Dávid segði, at hann skuldi fara til himmals og sessast við høgru hond Guds.
FØÐING KONGS
Tá ið kongsbørn verða borin í heim, fyrireika tey seg uppi á kongsborgini. Kongsbørn verða ikki løgd í hvørja sum helst song. Har er skart og skreyt á kongsborgini, av tí at tað er ein kongur, sum kemur í heim. Og tá ið tilburðurin er farin fram, so fara tíðindini út frá øllum heimsins útvarpsstøðum, at nú er eitt kongsbarn føtt.
Tá ið Jesus varð føddur í Betlehem, so nýttist honum onga himmalsong, og honum nýttist einki skart og skreyt at varðveita kongstignina. Tað gjørdi ikki petti, um teir løgdu hann í eitt fjós. Tað bilti einki, um hann var borin í heim mitt millum dýrini, tað bilti einki, um hann lá í einari krubbu við hálmi og strái, tí hann var ein sovorðin stórur kongur, at hann kundi verða lagdur har uttan at missa kongstignina.
Og har vóru eingir jarðiskir boðberarar, sum kunngjørdu føðing hansara, tí honum nýttist tað ikki. Men allir himmalsins herskarar søgdu hesari jørð frá, at Kongurin var føddur. Allur tann stjørnuklári himmalin kring Betlehem og Judafjøllini fyltist við einglum í milliónatali, sum róptu út: “Heiður veri Gudi í hægsta himli, nú er Kristus føddur, Kongurin í Dávids staði.”
Og Gud setti eina nýggja stjørnu á himmalin við hetta høvið, av tí at Kongurin varð borin í heim, og teir vísu kongarnir úr Asia sóu Betlehemsstjørnuna, og teir komu yvir fjøll og dalar at tilbiðja kongin, sum var komin til jarðar.
Ein kongur var borin í heim.
Aril Edvardsen
Effie Campbell umsetti.