Ein líðandi Messias

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær? Øll, ið síggja meg, háða meg, skelkja og rista við høvdi: “Hann á Harran leit sínar leiðir, hann hjálpi honum, hann bjargi honum, við tað at hann hevur hans yndi!” Sum vatn eg eri útoystur, allir mínir liðir skiljast sundur. Mín gómi er turrur sum eitt leirbrot, tunga mín í kjálkarnar grør føst. Tú leggur meg niður í deyðans dusm. Tí hundar um meg tyrpast, flokkur av níðingum er rundan um meg. Teir hava stungið meg gjøgnum hendur og føtur. Eg kann telja øll míni bein, teir hyggja at, fegnir teir líta hará. Teir skifta míni klæði sín ámillum, um kyrtil mín kasta teir lut” (Úr Sl 22).

Einki serliga jólaligt, hetta profetiið úr Sálmi 22 í Gamla testamenti. Tað leiðir ikki tankarnar til jólahugna við livandi ljósum, dunnu og mandarinum, men tvørturímóti til bølamyrkrið langafríggjadag.

Men tað var profeterað, at Messias skuldi líða og doyggja fyri at bøta fyri menniskjans synd. Saman við 53. kapittli hjá Jesaja profeti er hetta kendasta dømið um tað.

Hann, vit bíða eftir nú í adventini, skuldi vera okkara staðgongumaður. Tað er ein, sum doyr í okkara stað, fyri okkara syndir. So at vit ístaðin skulu verða sett í frælsi frá ovurstóru syndaskuld okkara.

So dapurt hetta enn er, er hetta týðandi partur av adventsboðskapinum. Manglar hetta, eru jólini ikki annað enn tómt glitur og geld ovurnýtsla.

Tey bæði gomlu, Símeon og Anna, høvdu skilt tað. Tá Maria og Jósef koma í templið við pinkubarni sínum, sigur Símeon: “… tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg… Sí, hesin er settur mongum í Ísrael til fals og til uppreisingar og til eitt mótmælismerki…” (Luk 2,30-31.34).

Alt hetta, tí okkum tørvar ein frelsara. Og er tað ein slíkan, vit vænta, verða vit ikki vónbrotin.

 

(Andaktin er skriva við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)