Ein trúboðari skrivar
”Síðan leiði eg blind á ókunnugum vegi og føri tey á gøtum, tey ikki kenna; myrkrið framman fyri teimum geri eg til ljós og brekkurnar at slættum fløtum; hetta er tað verk, sum eg vil inna og ikki víkja frá. ”
Jes.42,16
Vit biðja hvønn dag um loyvi at tæna Harranum á rættan hátt, og at verða leidd av Honum, sjálvt um tað ofta gongur eftir ókendum vegi, sum omanfyri nevnt.
Vit hoyrdu nakað herfyri um menniskju, sum skuldu gjalda 1.000 kr fyri eitt atgongumerki til eina rokk-konsert í Danmark, og útselt varð eftir stuttari tíð!
Vit og tit mugu prísa Harranum, av tí at vit fáa loyvi at gera íløgur í dýrabarar mannasálir. Alt tað, sum vit hava, er lænt góðs. Heilsa okkara er ein gáva. Hvør dagur er ein dýrabar perla – og tað er undurfult at sleppa at brúka alt lív sítt og alt, sum vit eiga, í tænastuni hjá okkara stóra Kongi.
E.Campbell umsetti