Ein viðgitin núlivandi maður
”Hann er ikki her, men hann er risin upp …”
Luk.24,6
Ein lærari segði við børnini: ”Nevnið mær ein núlivandi mann, sum er viðgitin!” Hann fekk nógv nøvn, og ein smádrongur segði: ”Jesus”
”Men hann er jú deyður,” segði lærarin.
”Bara tríggjar dagar,” svaraði drongurin.
Og tað er jú rætt, kanska ikki so frægt sum tríggjar dagar, tí Jesus skuldi kvika sær at koma til Paradís at taka ímóti ránsmanninum á krossinum. Harrin hevði jú sagt við hann: ”Í dag skalt tú vera við mær í Paradísi!”
Jesus vil eisini taka ímóti øllum teimum trúgvandi, tá ið vit einaferð koma so langt.
E.Campbell umsetti