Eingin koyrdur út
"Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur" (Jóh 6,37).
Hetta er eitt veldigt lyfti frá Jesusi! Her verður einki sagt um treytir til teirra, ið vilja koma til Jesus – soleiðis sum tað er á flestu økjum í menniskjaliga samfelagnum. Eingin krøv sum ein skal liva upp til. Einki minstamark sum ein skal uppfylla. Einki við: “Kom aftur, tá tú hevur fingið tað og tað upp á pláss!” Nei, bara eitt greitt lyfti um, at eingin, sum kemur til Jesus, verður koyrdur út aftur. Stutt og greitt: Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur! So fantastiskt er tað! So einfalt er tað! Tí skulu vit ikki gera tað meira innviklað!