Eini Gleðiboð

”Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”
Luk.2,10-11

 

 

Longu frá fyrsta upphavi, tá ið Gud skapaði menniskjuna og blásti lívsanda í hana, hevur Gud elskað skapning sín. Men tað var so skjótt, at djevulin byrjaði at arbeiða ímóti Gudi fyri at fáa menniskju at venda sær frá Gudi, gera móti boðum og forskriftum hansara.

Menniskjan fór at synda. Gud orkar ikki fyri synd. Hann hatar syndina, men sjálvt um hann hatar syndina, so hatar hann ikki syndaran. Tvørturímóti. Gud elskar syndaran.

 

Tá syndin hevði fingið slíkt vald á mannaættini, at Gud noyddist at lata vatnflóðina miklu koma yvir jarðarríkið, fekk hann seg ikki til at útrudda alt fólkið eirindaleyst. Hann vildi geva teimum ein møguleika til bjarging. Hann læt Nóah byggja ørkina fyri at øll tey, sum hildu seg til tann eina livandi Gud, skuldu verða bjargað. Aftan á syndaflóðina nørdist menniskjan aftur á jørðini. Syndin fekk aftur valdið, so fólkið vendi Gudi bakið. Gud sendi profetar sínar at ávara fólkið og biðja tey venda aftur til tann livandi Gud, tí Hann elskaði menniskjuna við sama lag. Men skjótt var tað Gudi greitt, at menniskjan var farin so langt út í synd, at bert EITT kundi vera mannaættini til bjargingar. Gud mátti lata einkarson sín fara niður á jørð, verða føddur, liva og doyggja sum menniskjusonur. Bert um sonur Guds læt lív sítt, kundi blóð hansara vera loysigjald fyri alla heimsins synd. Og so høgt elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna higar niður til jarðar.

Tað vóru hesi gleðiboð, sum einglarnir boðaðu hina fyrstu jólanátt. Heimsins Frelsari var føddur.

 

Nú eru 2000 ár gingin, síðan hetta hendi, men halda vit jól fyri at minnast hesa Guds ómetaligu kærleiksgerð móti mannaættini?

Jesus Kristus varð føddur í einum fjósi hina fyrstu jólanátt á jørð. Hann læt lív sítt á Golgata, men áðrenn hann gav upp andan, rópti hann: ”Tað er fullgjørt”. Hvat var fullgjørt? Jú, frelsuverkið, sum hann var sendur at útinna, var fullgjørt. Nú hevði hann við blóði sínum kvittað fyri alla heimsins synd. Tí skal hvør tann, sum trýr á hann, ikki glatast, men hava ævigt lív.

 

Jú, sanniliga, Gud elskar okkum enn sum fyrr, tí kunnu vit gleða okkum yvir jólaboðskapin: ”Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! ” Luk.2,11 og samfelt siga:

Nú, kæri Harri Jesus Krist,

kom fá hjá mær tær innivist,

her er mitt hjarta, set har búgv,

so tú ert mín í vón og trúgv.
J.Kass