Eins og papírsklemman
Einaferð var ein søga í miðlunum um ein mann, ið ætlaði sær at býta um lutir, so at hann til seinast kundi standa við einum húsum.
Hann byrjaði í juli 2005, tá hann býtti eina pappírsklemmu um við ein penn. Pennin býtti hann um við eitt hondtak, og soleiðis helt hann fram og fekk fínari og dýrari lutir at býta um við.
Eitt ár og 14 umbýtingar seinni fekk Kyle MacDonald býtt um við eini hús. ’Pappírsklemman, ið bleiv býtt um við eitt hús’ – var yvirskriftin í miðlunum. Tá varð hann spurdur: ”Kundi tú ikki hugsað tær at fingið pappírsklemmuna aftur? Ímynda tær, hvussu stórt virði hon hevur nú!”
Eg haldi hesa søguna vera nokkso stuttliga og næstan ikki til at trúgva, men kortini gav søgan mær ein tanka.
Vit menniskju eru henda pappírsklemman. Vit hava einki virði í okkum sjálvum. Men av tí at Gud býtti okkum um við Jesus, hava vit fingið sama virði sum Jesus.
Pappírsklemman var enn bert ein pappírsklemma, men virðið var nú størri. Jesus býtti um pláss við okkum – vit eru sum papírsklemman, men virðið er hækkað.
”Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót” (Jes 53,5).