Eitt bønarsvar

„Mangar neyðir eru einum rættvísum fyri, men Harrin honum bjargar út úr teimum øllum.“
Sálm. 34,20.

 

Ein maður vitnaði niðri á Blákross kaféini:
„Eg var farin niður til Danmarkar á eitt skeið saman við fleiri frá tí virkinum, har eg arbeiddi. Vit skuldu búgva á einum hotelli, og eg fekk kamar á niðastu hædd. Brádliga varnist eg, at pengamappan er burtur. Tá á døgum brúkti tú reiðan pening, og fleiri túsund krónur vóru í mappuni. Eg sigi so við hinar, at mappan er burtur. Teir komu at hjálpa mær at leita, men mappuna funnu vit ikki. Eg bað alla tíðina innantanna, og tað kom ein slíkur friður yvir meg. Eg sigi við hinar: „Tað er í lagi, hetta fer at koma aftur í rættlag!“

Eg fari so í song. Klokkan trý um náttina vakni eg og fari upp. Vindeygað her á niðastu hædd var stórt og gekk næstan niður á gólv. Eg stilli meg við vindeygað at biðja. Tá ið eg sigi amen, hyggi eg niður á gólv, og har liggur mappan. Hatta er bara Harrin, trúfastur og ein hjálp í neyðini. Hansara er æran.“
Effie Campbell