Eitt pláss í tínum hjarta er bara til Guds
“Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt (Matt 6,33).
Tá Gud skapti menniskjað, var eitt pláss í mannahjartanum til hansara. Við tað at vit vraka Gud, er eitt pláss, ið ikki er fylt. Hetta ger, at vit royna at fylla okkara hjarta og lív við so mongum, men vit verða ongantíð nøgd.
Okkara stremban er fyri tað mesta eftir materialistiskum lutum; tað kann vera alt frá fínum húsum og bilum til virðislutir og partabrøv, bara fyri at nevna nøkur. Sannleikin er, at jú meira vit vilja hava, jú minni nøgd verða vit.
Vit hava ikki stundir at liva. Ikki stundir at vera saman við okkara familju. Ikki stundir at passa okkara sjúku og gomlu. Men mest av øllum hava vit ikki stundir til Guds. Hann, sum gav okkum lívið og hevur eina ætlan við okkum. Hann, sum elskar okkum upp um alt vit.
Góða menniskja, lat okkum steðga á og hugsa um, hvat hevur týdning. Steðga á og hugsa um hann, ið hevur givið okkum lívið og sendi sonin at frelsa okkum.
Gev honum rúm í tínum hjarta, so skalt tú av sonnum kenna sælan frið og eitt eydnusamt lív.