Elska næsta tín sum sjálvan teg

Skrivað: Petur Súni Jacobsen

”Alt er loyvt, men ikki er alt gagnligt. Alt er loyvt, men ikki alt byggir upp. Eingin søki sín egna bata, men tað sum er bati hjá øðrum” (1 Kor 10,23-24).

Fyri nøkrum árum síðan var hugtakið: What Would Jesus Do? “WWJD” (Hvat hevði Jesus gjørt?) sera vælumtókt. Fólk gingu við armbondum og blusum við bókstavunum “WWJD”. Tað, hetta meintist við, var, at áðrenn alt ein gjørdi ella segði, skuldi ein fyrst spyrja seg sjálvan: Hvat hevði Jesus gjørt?

Tað er loyvt at siga, at eg fyrst og fremst hugsi um meg sjálvan framum onnur. Men er tað gagnligt? Byggir tað upp? Tað er loyvt at siga nei til at geva eina hjálpandi hond, ella at geva einum øðrum eina vinarliga uppmuntran. Men vit vita øll sjálv, hvussu uppbyggjandi eitt lítið herðaklapp til rætta tíð er, ella ein sannur vinur í sorgini? Latið okkum hugsa, hvat vit kunnu gera, sum er gagnligt og uppbyggjandi fyri okkara næsta, og so gera eftir tí.

Matteus 22,34-39: “Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum! Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!”