Er eingin eldur?

”Men tá ið Sául og allir Ísraelsmenn hoyrdu hesi orð Filistans, skulvu teir og vórðu ógvuliga ræddir.” 1.Sám.17,11
Og

”Og Dávid mælti uppaftur: »Harrin, ið hevur bjargað mær úr klóm ljónsins og úr klóm bjarnarinnar, man eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filista!« Tá segði Sául við Dávid: »Gakk, Harrin fylgi tær!«” 1.Sám.17,37

 

 

Tá ið neyðarkallini frá ”Titanic” ljóðaðu í teirri myrku náttini, lá skipið ”Californien” tættast við vanlukkustaðið.

 

Tað hevði tikið bara umleið ein tíma við fullari ferð at rokkið fram. Hetta játtaði skiparin undir sjóforhoyrinum í Washington. Men kortini kom ”Californien” ongantíð fram.

 

”Hví settu tygum ikki kós móti vanlukkustaðnum, tá ið tygum fingu tráðleysa fjarritið?” spurdi Smith senatorur undir avhoyringini.