Aftur til forsíðu

Er tín fortíð ein byrða?

Er tín fortíð ein byrða?

Skrivað: Judith Johannessen

”Eg takki honum, sum meg gjørdi sterkan, Kristi Jesusi, harra várum, fyri tað at hann helt meg vera trúgvan, við tað at hann setti meg til tænastu, meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv, og náði várs harra varð ovurstór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi.” (1.Tim 1,12-14)

Hevur tú nakrantíð følt, at tú hevur gjørt okkurt so skeivt, at tú ert ein ”vánaligur kristin”? Ella tú kennir kanska til skomm? Ótta? Angist? Tú følir, at tú kanst ikki fáa fyrigeving? Tú hevur kanska verið úti fyri onkrum, sum totalt broytti teg, tínar kenslur og títt lív?

Paulus – tann, sum hevur skrivað ein stóran part av Nýggja Testamenti, hann, ið var so djarvur og óttaleysur at boða Guðs orð, har hann kom – hann hevði eina fortíð, sum hann ikki var sera errin av, og sum nívdi hann sera nógv. Paulus hevði verði við at fongslað, pínt og spottað tey kristnu – hann hevði tikið børn frá foreldrum, hann hevði stemmað fyri at seta ósek menniskju í fongsul.

Paulus kundi eisini allatíđ koma útfyri at renna seg inn í sína fortíð – og vit lesa eisini, at tá hann bleiv umvendur, vóru tey trúgvandi skeptisk og ivasom (Áps 9,26-27). Har sótu jú menniskju í meinigheitini, sum høvdu verið fongslað og pínd órættvíst av Paulusi – so tađ er eisini væl skilligt, at tey ivaðust. Men har var ein, Barnabas, sum tók ímóti Paulusi og gav honum ein nýggjan kjans – teimum menniskjunum hava vit eisini brúk fyri í okkara samkomum.

Tú heldur kanska, at Guð ikki kann brúka teg? Antin tí at tú hevur gjørt okkurt skeivt, tú ivast kanska, tú følir teg ikki verdan? Gud brúkti Paulus til sera stór ting – og hann kann eisini brúka teg!

A+