Ert tú ríkur ella fátækur?

Skrivað: Jannet Hanusardóttir Højgaard

“Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan!” (Sálm 139,23)

Hin ríkasti maðurin í bygdini var keypmaðurin Símun. Nú var hann í sera góðum lag eftir at hava hildið eina stóra veistu, har fleiri røður vóru hildnar um dugnaskap og ídni hansara. Hann var av sonnum hin mætasti maðurin í bygdini.

Tá hann kemur framvið viðarlundini, hoyrir hann onkran tosa. Hvør kann hetta vera? Hann bendir greinirnar til viks. Har inni liggur ein gamal maður á knøum og biður. Keypmaðurin kennir hann væl. Hetta er brennihøggarin, hin fátækasti maðurin í bygdini. Har liggur hann við slitnum hatti við samanløgdum hondum. Undir liðini á honum stendur morgunmatur hansara, sum bert er ein tunn breyðflís og eitt krúss av vatn. Og kortini takkar hann Gudi við einum smíli.

Keypmaðurin fór víðari, men allatíðina kom hin fátæki maðurin í huga hansara. Hann tóktist at vera nógv fegnari enn hann; hann dugdi at takka fyri eitt petti av turrum breyði. Brádliga var tað, sum hann hoyrdi eina rødd «Í hesi nátt skal hin ríkasti maðurin í bygdini doyggja.» Nú kom ótti á hann. Hin ríkasti maðurin í bygdini fór at doyggja, og tað var hann. Ríkidømið og vinir, alt skuldi hann fara frá. Hann skuldi doyggja, og hvat so?

Hesa náttina fekk keypmaðurin ikki sovið. Náttartímarnir gingu, og sólin reis upp eisini henda morgun. Hann livdi enn! Hann lat seg í og fór út. Har møtti hann einum vini. Hevur tú hoyrt? Gamli Andras brennihøggarin er deyður í nátt.

Keypmaðurin kendi seg næstan sjúkan. Hann sá fyri sær hin neyðars fátæka mannin á knøum úti í lundini. Tað var hann, sum bert átti eina turra breyðflís, sum var hin ríkasti í bygdini.

Fátækur í hesum heimi, men ríkur í trúnni og arvingi til hitt ríkið, Harrin hevur játtað teimum, ið elska hann.

Um tú ert ríkur ella fátækur kann hava nógv at siga í hesum heimi – men ikki fyri Gudi. Ert tú góður og reiðuliga, ella ert tú eitt neyðardýr, ið hevur nógv at siga millum manna. Gud spyr bert eftir einum. Hevur tú sett títt álit á Jesus?

“Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (sálm 139, 23-24)