Ert tú tystur?
"Sál mín tystir eftir Gudi, eftir tí livandi Gudi. Nær skal eg koma og skoða Guds ásjón?" (Sl 42,3)
Ein linja í einum sangi sigur: ”Eg tysti eftir tær, sum hjørtur eftir vatni”. Hesi orð ljóða ordiliga góð og hóska væl til lagið í sanginum, men tysta vit eftir tí livandi vatninum, sum Jesus bjóðar okkum? Vit, sum hava smakkað hann, vita, at hann er góður at fylgja, og alt, hann gevur, er gott.
So lat okkum blíva við at tráa eftir hesum vatninum, sum bara Jesus kann geva okkum. Hann ynskir at opinbera seg meir fyri okkum hvønn dag, og tað ger hann í felagskapinum, sum vit hava við hann – ígjøgnum bøn, lesna og í felagskapinum.
Sjálvandi skulu vit minnast til, at frelsuverkið hongur í trúnni á fullgjørda verkinum. Men hann ynskir, at vit skulu koma at kenna hann meir og meir fyri hvønn dag, og tað gera vit við at søkja inn til hann og drekka av honum, sum er tað livandi vatnið. Hann enntá lovar, at hann vil geva okkum livandi vatn, tá vit spyrja hann um tað (Jóh 4,10), og at tað skal blíva til keldur av livandi vatni, sum streymar fram úr okkum (Jóh 4,14).