Eru vit í venjing?
”Tá sendi Harrin stóran fisk til tess at gloypa Jónasi, og Jónas var í kviði fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur. Tá bað Jónas í kviði fisksins til Harrans, Guds síns, og segði: Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína. Tú tveitti meg út í bládýpið á miðjum havi, so at streymar skolaðu um meg; allar bárur tínar og bylgjur brutu yvir mær.
Eg hugsaði: ”Eg eri burturrikin frá eygum tínum; man eg nakrantíð aftur skoða títt heilaga tempul?”
Vøtnini nívdu meg at sálini, havdýpið var um meg; tari var vavdur um høvur mítt.
At grundvøllum fjallanna fór eg niður, lokur jarðarinnar vóru drignar aftur fyri mær med alla; tá førdi tú lív mítt upp úr grøvini, Harri, Gud mín! Tá ið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg á Harran, og bøn mín kom til tín í heilaga templi tínum.
Teir, ið stunda á fáfongd og tómleika, havna náðini. Men eg vil við lovsongi ofra til tín og halda tað, ið eg havi heitt; hjálpin kemur frá Harranum.
Tá beyð Harrin fiskinum at spýggja Jónas upp á land.” (Jónas 2)
Tað er ein kanning gjørd av flogskiparum. Hvat man vera tað síðsta, sum flogskiparar siga, áðrenn flogfar teirra dettur niður? Kanningin vísir, at flestu teirra siga “Shit”
Vit lósu um Jónas og hvat hann bað í hvalsins búki. Hann var sanniliga í neyð, hann segði ikki “shit” Men hann bað til sín livandi Gud. Bønin hjá Jónasi var ikki bara eitthvørt, men hon var ymiskt, sum hann endurtók út Sálmunum. Hetta vísir okkum, at tað er ógvuliga umráðandi at vit lesa orðið, læra okkum tað, og leggja okkum eina við tað, soleiðis at orðið kann tala aftur til okkara, tá vit hava brúk fyri tí.
Mann kann spyrja seg sjálvan, um tað er realistiskt at fara í bøn í einari sovorðnari støðu, sum Jónas var í? Jú, tað er tað avgjørt!
Sagt verður um hermenn, at tá teir eru í einari trýstari støðu, so fara teir aftur til grundvenjingina og gera, sum teir eru uppvandir.
Tað er tað sama við okkum. Eru vit von at biðja, so fara vit í bøn í eini truplari støðu, akkurát sum Jónas gjørdi tað.
Eisini er gott at duga andaligar sangir uttanat, soleiðis at vit kunnu brúka teir, tí tað eru so nógvir góðir biðjandi sangir. Og tað er ein sannroynd, at tá ið á stendur, eru vit ofta í uppisetri við okkara egnu orðum.
Tá er tað eisini so gott at vita, at Andin kemur veikleika okkara til hjálpar og minnir okkum á og lesur fyri okkum tað, sum vit frammanundan hava lisið og hoyrt.