Fá tær av lívsins breyði

”Eg eri lívsins breyð. ”
Jóh. 6,48

 

Mong menniskju lesa lítið og einki í Guds orði, Bíbliuni. Og so hava tey ongan ugga og onga hjálp. Hví er tað soleiðis?

Tí at orðið frá Jesusi og orðið um Jesus ikki eru blivin ”Lívsins breyð” fyri tey. Tey liva ikki í tí atmosferuni, har Guds orð er sum hin dagliga føði, vit mugu fáa okkum.

 

Í einum sálmi stendur: ”Gud, lad os leve af dit ord som dagligt brød på denne jord.” Mong menniskju minnast, at soleiðis var tað í barnaheimi teirra einaferð. Tey minnast aftur á tað við gleði. Men hvussu er tað í heimum okkara nú. Er Guds orð tað dagliga breyðið, sum førir Jesus nær til okkara?
”Et ord med på Vejen”. E.Campbell umsetti