Fleiri við til himmals

”Uppaftur sigi eg tykkum: Um tveir av tykkum eru samsintir á jørðini um at biðja um okkurt, hvør søk tað so man vera, tá skal tað verða teimum givið av faðir mínum, sum er í himlunum. ”
Matt.18,19

 

Gud elskar menniskju, sum biðja, at sálir skulu blíva frelstar. Tað var fyri syndarar, at Jesus doyði. Tað eru teir frelstu syndararnir, sum er lønin fyri ta pínu, sum sál hansara hevur útstaðið. Tí eiga við støðugt at biðja, at syndarar mugu blíva frelstir. Latið okkum fara inn í ”bønarinnar verð”.

 

Tak Gud upp á orðið, eisini tú! Halt tú í bøn! Gud er tær nærri, enn tú heldur, og bønarsvarið verður tær givið í somu stund, sum tú hevur tikið eina avgerð av heilum hjarta at biðja, til tú sært eitt andaligt gjøgnumbrot. Jesus sigur, at minsta mátið fyri einleika í Bøn – tvey fólk – er nóg mikið at styrkja bønina so nógv, at vit fáa, hvat ið vit so enn verða samd um at biðja um(Matt.18,19). Hetta er jú heilt ómetaliga einastandandi. Hugsa tær til, hvat ið hetta merkir í andaligari krígsførslu! Ein skal sláa túsund, og tvey skulu reka túsund undan sær! Halleluja!

 

Einasta treytin fyri, at vit skulu síggja syndarar koma og søkja frelsu, er, at vit gerast sundurknúst og eyðmjúk inni fyri Gudi. Hann kann ikki líta ”nýfødd børn”(t.e. Tey, sum júst eru umvend) upp í hendurnar á eini standmynd! Nei, Gud leitar eftir einum heitum móðurfavni at leggja tey nýføddu børnini í. Summar meinigheitir eru kaldar sum líkkjallarar. Hvussu kunnu vit bjóða nýføddum Guds børnum til eitt sovorðið umhvørvi?

 

Vit mugu hava fleiri við okkum til himmals, vit mugu hava fleiri við okkum heim. Tí portrini tey bíða(Opb.22,14), og einglarnir bíða og vilja sleppa at ynskja teimum vælkomnum.

Effie Campbell umsetti