Fokus á Guds orð
“Tað er andin sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív” (Joh 6,63).
Henda morgunin varð eg órógvað av, at eg møguliga ikki fekk nóg nógva tíð til at fara gongutúr, svimja ella annað. Men orðið úr Bíbliuni, sum eg las, bleiv lív fyri meg eisini henda morgunin, Guds livandi orð.
Eg bleiv mint á, at okkara likam skal haldast í formi, men tað skal forfarast. “Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi” (2 Kor 4,16). Tað mest umráðandi er, at mítt samband við Jesus, mín frelsara, verður styrkt og hildið við líka, at mín sál skal liva ævigt, og at Guds orð er andi, sum hjálpir mær at halda meg til Jesus í gerandisdegnum.
“Haldið tykkum nær at Gudi, so skal hann halda seg nær at tykkum” (Ják 4,8a).
Bøn: Jesus, hjálp mær at halda fast við títt orð, sum er lív og styrki fyri meg, so at eg ikki sovni andaliga, men styrkist og vaksi í trúnni á teg, Jesus Kristus. Takk, Jesus.
“Halleluja! Syngið lov, tit tænarar Harrans, syngið Harrans navni lov! Signað veri Harrans navn nú og um allar ævir! Frá sólarrisi til sólarlag veri Harrans navn hálovað!” (Sl 113,1-3)