Forbønar tænastan

”Eg biði fyri teimum; ikki fyri heiminum biði eg, men fyri teimum, sum tú gavst mær, tí at teir eru tínir; ”
Joh.17,9

 

Í forbønar tænastuni hevur Guds fólk kanska størsta høvið at tæna Gudi. Tí hevur eisini djevulin allar dagar roynt at forða hesum týdningarmikla parti av evangeliskari tænastu.

 

Um vit vilja, at Gud skal arbeiða, mugu vit biðja. Hvør vil víga seg til hesa tænastu? Latið okkum ikki lata henda stóra møguleikan gleppa okkum úr hondum.

 

Tað er við bønini sum við øllum øðrum, vit mugu venja okkum í henni. Jú meira vit biðja, jú størri trongd kenna vit til at biðja.

E.Campbell umsetti