Forbønarinnar megi
Ein góðveðursdag fyri mongum árum síðan, tá eg gekk framvið húsinum, har omma, abbi og abbasystir mín búðu, sat tann gamla abbasystir og gumma mín uttanfyri húsini og neyt henda góða dagin. Eg steðgaði á og heilsaði upp á hana, tá sigur hon við meg: ”Leila, tað er so langt ímillum, at eg síggi teg, men eitt skal eg siga tær, eg vitji hvørt kvøld inn á gólvið hjá tær og tínum, tí tá leggi eg tykkum í Jesu hendur“. Hesi orð havi eg ongantíð gloymt síðan.
Bønin gevur megi, tryggleika og kann gera stór undurverk. Í Ápostlasøguni 12 lesa vit um Pætur, at hann varð settur í fangahús og nógv vakt varð sett um hann. Í fimta versi lesa vit: “Men bøn varð biðin uttan íhald av kirkjuliðnum fyri honum.” Undrið hendi, Harrans eingil stóð framman fyri honum og leiddi hann út úr fangahúsinum.
Bønin kann gera allan munin í stórum og smáum, sum vit møta í lívinum. So lat okkum gera brúk av bønini.
“Tí at tann, sum biður, hann fær, tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri” (Matt 7,8).