Frelsuvissa

Skrivað: Signar Hansen

”Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guds sonar” (1 Jóh 5,13).

Jóhannes var ein av lærusveinunum, sum stóðu Jesusi næstir. Vit lesa fleiri staðir í bíbliu okkara um teir tríggjar, Pætur, Jákup og Jóhannes. Tað er, sum um Jesus vil læra teir nakað ávíst, sum teir við sínum lívi og deyða skuldu læra okkum, sum liva í dag.

Á, hvat er tað gott, at Jóhannes skrivar til ta kristnu kirkjuna, at tey skulu vita, sjálvt um tey ivaðust, at tey hava ævigt lív í Jesusi. Eins og tá eru tað enn fólk, ið eru í iva um sína egnu støðu. Tá er tað gott at lesa, at bara vit trúgva á Guds son, sum er Jesus Kristus, so hava vit ævigt lív. Bjargað frá glatan, til eitt lív í Himlinum.

Tað er ikki avgerandi, um vit ivast ella ei. Tað er ikki okkara kenslur, ið eru avgerandi. Jóhannes ger tað heilt greitt fyri tí fyrstu kirkjuni, at tey eiga ævigt lív í Jesusi. Tað kunnu og skulu vit eisini trúgva og líta á. Trúgva vit á Jesus Kristus, so eiga vit ævigt lív saman við honum í Himlinum.