Friðurin er størri enn ivin
“Mær í hjarta tú gleði hevur givið, størri enn teirra, tá tey í yvirflóð hava korn og vín. Í friði vil eg bæði leggjast og sovna, tí tú Harri, meg letur búgva í tryggum, í einingi” (Sl 4,8-9).
Ein vøkur lýsing av gudstrúnni. Friður og gleði valda í sál og sinni. Hjarta flýtur yvir í tøkk og nøgdsemi, og skaldið syngur Gudi lovsang. Ein dýrabarur friður bæði á kvøldi og morgni.
Talan er um ein kvøldsálm. “Í friði vil eg bæði leggjast og sovna”. Ein trygd og sælur friður. Nakað soleiðis sum vit minnast sálmin “Ongum er so trygt at fara, sum Guds lítla barnaskara.” Tað er nakað gott at hoyra Gudi til, sjálvt um eitthvørt leikar á til tíðir.
Jú, ivin og torførir spurningar eru ein partur gerandisdegnum. Skaldið lýsir hetta í ørindinum: “Mangir eru teir, ið siga: Hvør vil lata okkum skoða lukku? Lyft yvir okkum, Harri, andlits ljós títt!”
Sálmaskaldið Dávid roynir ikki at koma við nakrari skilagóðari frágreiðing, so ivin kann taka av. Ivin er sum fyribrigdi ein djúpur tregi í sálini. Tað dugir valla at próvgeva. Ivin er í og omanfyri alt.
Ístaðin ger skaldið tað einasta rætta. Størri enn øll orð, djúpari enn øll hugsan, sterkari enn ivi og ótti. Størst av øllum er ásjón Harrans, nærvera Guds í við- og mótráki. Skaldið nemur sama veruleikan sum hin Áronitiska signingin: “Lyft yvir okkum, Harri, andlits ljós títt.”
Dýrabært at kunna koma inn undir ásjón Harrans. Signingin er tað dýrabærasta av øllum, at uppliva Guds náði og fyrigeving. At kunna hvíla í Guds æviga friði.
“Harrin talaði framvegis við Móses og segði: Tala til Árons og sona hans og sig: Við hesum orðum skulu tit vælsigna Ísraelsmenn: Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið! Tá ið teir soleiðis leggja navn mítt á Ísraelsmenn, skal eg vælsigna teir” (4 Mós 6,22-27).
Dýrabara signing Guds bæði á kvøldi og morgni. Tað er, sum Dávid sigur í einum øðrum sálmi: “Tí at betri enn lív er náði tín, tær skulu varrar mínar lova” (63,4).
Prísaður verði Gud, at hann í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara hevur lagt ein ævigan frið í hjørtu vár.