Full og sonn frelsa
”Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
1.Jóh.1,7
Nógvir krossar eru vorðnir settir upp her á fold, tí at tað var almennur siður í gomlum døgum at krossfesta menn.
Men bert við henda eina krossin, Jesu kross á Golgata, er frelsa og sálarhjálp at fáa hjá okkum menniskjum. Tí at á hesum krossi hekk hann, sum er Gud og maður, Guds sonur og menniskjusonur, sum er millummaður millum Guds og menniskjunnar, hevur samfelag bæði við Gud og menniskjuna og sameinir Gud og menniskjuna aftur, sum syndin gjørdi skilnað millum.
Á hesum krossi doyði hann, sum er Gudslambið, ið bar heimsins synd. Við henda kross tekur Guds kærleiki út yvir allar syndir og fyrigevur tær. – Nógv blóð er flotið á jarðarríki fyri mangari góðari og stórari sak.
Men eina Jesu blóð reinsar frá allari synd(1.Jóh.1,7) og henda sak er størri og betri enn alt annað. Hetta ger Jesu blóð, tí at tað er blóð hins reina og sakleysa, blóð hansara, sum sjálvur ikki visti um synd, men varð gjørdur til synd okkara vegna(2.Kor.5,21).
Eina hjá Jesusi kunnu menniskju fáa fulla og sanna frelsu; tí at hjá honum er eitt fullgjørt verk. Eina hjá Jesusi kunnu mannahjørtu eiga rættan frið; tí at fyri hansara skuld verður syndin, ið allan ófrið veldur, fyrigivin.
Eina í Jesu navni kann takkarsangur av fullum huga ljóða til Guds og Faðirsins fyri kærleika hansara, sum sýndi seg í Jesu fullgjørda verki.
J.Dahl