Fyri pengar fært tú alt….?

”Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta
afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? ”
Matt. 16,26.

Pengar eru ikki størsti gripurin, sum vit kunnu fáa. Men tað eru mong
menniskju, sum halda tað. Tað ber ikki til at eta teir. Vit kunnu hava
lummarnar fullar av pengum og kortini svølta, tysta ella frysta íhel, um tað
ikki er matur, drekka ella klæði at fáa. Pengarnir í sjálvum sær eru einki
verdir; men teir eru ein góð gáva hjá tí, sum brúkar teir rætt.

“Fyri pengar fært tú alt,” verður sagt. Nei, tað er ikki so. Ein yrkjari sigur:
Fyri pengar fært tú:

mat, men ikki matarlyst,

heilivág, men ikki góða heilsu,

seingjarklæði, men ikki svøvn,

lærdóm, men ikki vit og skil,

pynt og stás, men ikki vakurleika,

stuttleikar, men ikki gleði,

vinir, men ikki vinskap,

tænarar, men ikki trúskap,

grá hár, men ikki æru,

róligar dagar, men ikki frið.

Skalið av øllum kanst tú fáa fyri pengar; men kjarnin verður ikki seld fyri gull.

“Budskab fra Naadens Rige” Effie Campbell umsetti.